Sunda kommuna
Sunda kommuna hevur á býráðsfundi tann 27. Mars 2023 samtykt at bjóða arbeiðið, at gera nýggja brúgv um Stórá, millum Hvalvík og Streymnes, út alment.
Við hesum verður tí í almennum útboði bjóða áhugaðum arbeiðstakarum, at geva boð uppá gerð av nýggjari brúgv um Stórá. Arbeiðið verður boðið út í heildararbeiðstøku.
Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til Árant Jacobsen á aja@spenn.fo fyri nærri kunning og, at fáa útbjóðingartilfarið tilsent.
Tilboð skal latast til:
Sunda kommunu
Oyrarbakkavegur 3
FO-400 Oyrarbakki
í seinasta lagi 27. juni 2023 kl. 14.00