Sunda kommuna
Sunda kommuna hevur á býráðsfundi t. 28 aug. 2023 samtykt at bjóða arbeiðið, at gera nýggja brúgv um Stórá, millum Hvalvík og Streymnes, út alment.
Við hesum verður tí, í almennum útboði, bjóða áhugaðum arbeiðstakarum, at geva boð uppá gerð av nýggjari brúgv um Stórá. Arbeiðið verður boðið út í høvuðsarbeiðstøku.
Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til Árant Jacobsen á aja@spenn.fo fyri nærri kunning og útflýggjan av útbjóðingartilfari.
Tilboð skal latast til:
Sunda kommunu Oyrarbakkavegur 3 FO-400 Oyrarbakki
Í seinasta lagi 19. apríl 2024 kl. 14.00
Deil á Facebook