Tíðindaskriv/ Lunnar
Í sambandi við, at Lunnar eru flutt í nýggj høli, verður almenn móttøka í nýggju hølunum. Móttøkan verður á:
Heiðavegi 27, Saltangará
fríggjadagin, 24. apríl 2026 kl. 14.00
Á skránni verður ábit, okkurt at leska sær við og tónleikaframførsla. Tóri Højgaard, varaborgarstjóri og stjóri á Dátueftirlitinum, sigur nøkur orð.
Høvið verður at síggja hølini, umstøðurnar og at hitta starvsfólkini hjá Lunnar.
Móttøkan er almenn og øll eru hjartaliga vælkomin. Vit vóna at síggja nógvar kundar, veitarar, samstarvsfelagar, familju og vinir.
