Eysturkommuna
Nógv fólk høvdu leitað sær í býráðshúsið sunnudagin, tá almenn móttøka varð hildin fyri rithøvundinum Vónbjørt Vang.
Vónbjørt var nýliga heimkomin úr Stokkhólmi, har hon tók ímóti Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingarsavnið Svørt orkidé.
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, bjóðaði vælkomin og setti móttøkuna.
Aftaná helt Poula Gaard, bókmentafrøðingur (Ph.d.), eina røðu, har hon bar fram eina heilsan og tosaði um bókina Svørt orkidé og um ritverkið hjá Vónbjørt Vang.
Ein áhugaverd samrøða var millum Honnu Jensen og Vónbjørt Vang, og at enda las Vónbjørt eina yrking úr yrkingasavninum.
Niðanfyri ber til at lesa røðuna, sum Poula Gaard bar fram, og síggja myndir frá móttøkuni.
Svørt orkidé
– heilsan til móttøku í Býráðshúsinum í Eysturkommunu 2. november 2025
Paula Gaard
orðið poesi kemur av orðinum
poiesis
ið merkir at byggja á grikskum
at yrkja er eisini at byggja
stólar, hús, bøkur
kømur at vera í
Henda útbygda skilmarkingin av tí at yrkja stendur á síðu 45 í Svartari orkidé, sum vit eru komin saman at heiðra í dag. Hon stendur millum lýsingina av dreymum og ynskjum hjá soninum í tekstinum, sum altíð hevur bygt. Borgir, talgildar heimar, býir við miniaturu-monnum – og skitserað síni egnu modernistisku dreymahús – og so eitt brot úr tí fyrstu yrkingini, sum yrkjaraegið fekk prentaða, sum vit sum lesarar eisini kunnu staðfesta er tann sama, sum Vónbjørt Vang fekk prentaða í Outsider Magazine í 2007 – og tað stendur eisini í kolofnini í bókini. Í hesari fyrstu yrkingini skrivaði hon eisini um sonin – ella fráveruna av honum, sum yrkjaraegið sigur.
At byggja … Og hetta verkið er eitt bygningsverk. Sett saman av ymiskum tekstsløgum, ymiskum tekstbrotum úr heimsbókmentunum. Tað fer aftur til Dante og nemur við Sylviu Plath, H.C. Andersen, Naja Marie Aidt, og so fer yrkjaraegið aftur í sínar dagbøkur eftir notatum og finnur egnar eldri yrkingar fram. Og tað er sigandi, at yrkjaraegið, sum øll tekin í tekstinum eru um skal kunna knýtast heilt tætt at rithøvundinum sjálvum, endurprentar brot úr sínari fyrstu prentaðu yrking, tí harvið gerst savnið eisini søgan hjá yrkjaranum sum skrivandi persónur. Eitt metapoetiskt lag, sum er eitt av temunum í bókini. Skrivingin, sum skapar rúm og eitt heim til allar kenslurnar, frustratiónirnar, ja rammuna til helvistisferðina.
Savnið byggir eisini við øðrum tilfari enn skaldskapi. Tað er bókstavliga límað saman við útkliptum orðum úr faktatekstum, úr Øldum og upphavi eftir Jóannes Rasmussen og Lívi og gróðri eftir Jenny Lydersen. Hesi verkini eru pettað sundur og sett saman av nýggjum. Orð, sum í faktuellum umstøðum eru upplýsandi, men skjótt kunnu gerast inspirerandi, setir tú teg at hugsa um vakurleikan og dýpdirnar í einstøku orðunum. Yrkisorð fáa nýggja merking í nýggjum og skaldsligum samanhangi. Ein kreativ tilgongd, sum eg sum undirvísari í bókmentagreining á ymiskum stigum í fleiri førum havi latið meg inspirerað av yrkjaranum við, síðan savnið kom út. Eisini myndatilfar er klipt úr litaðum bløðum og sett saman í nýggjar samanhangir í kreativu tilgongdini. Ein tilgongd, sum sær út til at vera avgerandi liður í yvirhøvur at kunna koma víðari við byggjarínum.
Tað fáa vit eisini kenslu av í filminum, sum Norðurlandaráðið hevur givið út um vinnaran av Bókmentavirðislønini 2025, Vónbjørt Vang. Hon gongur her millum fjøllini, sum hon skrivar um, og sum hon altíð hevur skrivað um. Tey, sum krevja yrkingar av menniskjum. Hon gongur her við Gøtusandi, Lerivíksfjalli og Støðlafjalli sum kulissu.
Í filminum gongur hon eisini upp á eitt kamar – til tað, sum sær út til at vera verksmiðjan. Har arbeiðshátturin tók skap, tá orðini og samanhangurin manglaðu. Sigatindur er í vindeyganum, og soleiðis blívur tað, sum er persónligt fyri Vónbjørt, eisini djúpt persónligt fyri meg. Yndisfjallið simpelthen! Og eg kann ikki lata vera við at minnast aftur á, tá eg og Ella møttu Vónbjørt eina ferð, tá vit runnu á Leirvíksvegnum fyri nokk so nógvum árum síðani – ja, tað er faktiskt á Leirvíksvegnum, at eg og Vónbjørt oftast hittast – og hon rópti til okkum í – øgiliga skjóta, hehe – forbífartinum: “medisinskápið”. Tað rakti plett, og eg havi hugsað um orðið ofta síðan. Hetta medisinskápið eiga vit báðar í felag, og tí gav tað serliga nógva meining fyri meg, at hon kallaði sítt næsta yrkingasavn Djúpini, har vit eisini skilja, at hon er djúpt rótfest í náttúruni og umstøðunum rundan um seg.
- – –
Tey spurdu í Kringvarpinum seinasta leygardag, hvussu stórt tað er, at Vónbjørt hevur vunnið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025. Svarið er einfalt: tað er ótrúliga stórt. Aftan á, sum Kinna Poulsen á sínum bloggi við bíbilskum tilsipingum er inni á, 40 ár í oyðimørkini. Tað er ótrúliga stórt, tí tað skal ómetaliga nógv til. Tað eru nógv ting, sum skulu tala fyri verkinum, fyri at tað skal vinna. Tað er jú ikki sum í einari kapprenning, at um tú rennur skjótast, so kemur tú fyrst á mál og vinnur. Ella sum í einum fótbólts- ella hondbóltsdysti, at um tú fært flest mál, so vinnur tú. Og bókmentir verða jú ikki skrivaðar við kapping í huga – fyri at vinna. Tað ber satt at siga ikki til at kappast um bókmentir. Tað eru jú so ymiskir mátistokkar. Tveir líka góðir og kvalifiseraðir lesarar kunnu koma til fullkomiliga hvør sína niðurstøðu um eitt bókmentaverk. Tað eru treytirnar, sum bókmentirnar liva undir. Har spælir nógv ymiskt inn. Men fyri at vinna hesa virðislønina, skal fyrst og fremst eitt krútsterkt verk til. Einki minni. Í ár hava vit – Føroyar – við Svartari orkidéumframt tað eisini eitt verk, sum er rótfest í einum sterkum rithøvundafelagsskapi, einum forlagi, sum er framsíggið, tað er skrivað av einum rithøvundi, sum hevur akademiska útbúgving í skriving og eitt lið av medlesarum og vegleiðara aftur at sær, og so hevur savnið eisini eina systur, Úr loggbókini, har tilgongdin verður lýst. Her er altso ikki talan um nakað sum helst tilvildarligt. Og – ikki minst, so skal eitt verk, um tað skal kunna vinna, røkka út um okkara samfelag, fáa alment gildi og gjarna tosa inn í rák í samtíðini, ið kunnu skapa felags fatan av, hvat tað er, sum er upp á spæl í verkinum. Og tað ger Svørt orkidé. Trygvi Danielsen hevur granskað savnið og í greinarøð í Sosialinum seinastu tíðina sett tað – saman við øðrum føroyskum verkum – inn í metamodernistiska rákið, sum verður lýst sum ein roynd at lýsa kenslukarmin í okkara samtíð. Í grundgevingini frá dómsnevndini verður harafturat eitt rák, sum hevur vind í seglunum í Norðurlondum í dag, tikið fram, nevniliga móðurskapsbókmentir, sum eisini talar inn í metamodernistiska rákið, har ljótar kenslur fáa rúm. Og so eru tað rák sum frásagnarmedisin og grafiskt medisin, sum hava vundið upp á seg sum granskingarøki síðan tíðliga í hesari øldini, og sum vit hava skeið í á Fróðskaparsetrinum í heyst, ið bæði kunnu knýtast at hesum bókmentaverki. Svørt orkidé talar sostatt beint inn í okkara tíð við einum almennum diskursi, sum røkkur út um tað týðiliga persónliga, sum tað tekur útgangsstøði í. Og um eg skal suma eitt sindur út og taka støðu til, hvat er hent á vegnum, sum kann gera, at ein føroysk bók kann vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í dag – vit hava jú næstan hildið tað vera ógjørligt – so hava hesir liðir sín lut í, at tað yvirhøvur er møguligt. Og eg haldi eisini, at tað verður orðað í paratekstinum í Svartari Orkidé, har mann óbeinleiðis fær at vita, at tað at skriva er eitt fak, tað at ritstjórna er eitt fak, tað at seta upp og bróta um er eitt fak, tað at skapa myndirnar er eitt fak, at rættlesa er eitt fak, at velja rætta pappírið og rætta fontin er partur av einum faki. Fyri meg er lyklaorðið professionalisering. Og tað er ein professionalisering farin fram í tí føroyska bókmentaalmenninum seinastu árini. Hon er ikki komin á mál, men aktørarnir gerast fleiri, sum taka lut í professionaliseringartilgongdini. Eitt dømi er útbúgvingin í ritlist, sum Vónbjørt hevur tikið.
Øll hesi, sum eg nevndi, verða nevnd í kolofonini: høvundur, forlag, umbrot, kápa, kollasjumyndir, ritstjórn, rættlestur, skriftslag, pappír, prent og stuðlar – ikki at gloyma fíggjarliga baklandið, sum skal til. Umframt allar hesar upplýsingar standa eisini notur – tilvísingar til verkini, sum eru endurprentað ella siterað í verkinum, og so tøkkir til tey, sum hava lisið við á listaútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er sostatt eisini ein staðfesting av, at verkið er liður í einari útbúgving. Tað er ein staðfesting, sum vil nakað. Ikki minst í Føroyum, har mann kanska hevur hildið, at mann ikki kann hava tað sum starv at skriva bøkur.
Og so er tað tað persónliga sambandið, sum eisini verður nevnt í kolofonini, sum eyðsæð er Kim Simonsen, ið umframt tað er forleggjari, og síðst og mest Tróndur, sum er fortreytin fyri øllum.
Eg nevndi filmin, sum varð gjørdur um Vónbjørt í.s.v., at hon vann virðislønina. Og eg bleiv glað, tá hon í endanum á filminum segði orðini, at “í veruleikanum skulu yrkingar ikki lesast við heilanum. Tær skulu lesast við hjartanum, kenslunum og kroppinum. Tá forstanda vit tær best.” Tað førir meg beint aftur til professionaliseringina. Professionaliseringin er jú einki í sær sjálvum. Tað er listin, sum er tað. Og alt hetta nevnda, sum er ein so týðandi liður í at ein bók kann koma fram og vinna frama, er jú kortini einki, um listin ikki er, sum Vónbjørt sjálv hevur sagt: hjartablóð.
Takk fyri og hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum, góða Vónbjørt!
