Sunda kommuna, Eiðis kommuna og EB boðar frá, at hósdagin kl. 17.00 verður almenn móttøka fyri Tóka Friðriksson á Torginum í Skúlanum við Streymin.
Tóki var við á U21 landsliðnum, sum vann flotta HM bronsumedalju í Pólandi. Tóki er uppvaksin í EB og býr við Norðskála. Tí fara vit at heiðra Tóka, flotta úrslitinum hjá Føroyum, og fyrsta HM heiðursmerkið í økinum.
Skrá:
Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu heldur røðu.
Tove Kruse Samuelsen, varaborgarstjóri í Eiðis kommunu heldur røðu.
Umboð fyri EB heldur røðu.
Tóki Friðriksson sigur nøkur orð.
Vit bjóða ábit, kaku, kaffi, saft og annað.