Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.09.2023 13:58

Almenn arbeiðspláss flyta til Saltangará

Hetta váttar Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum fyri Eysturoyarportalinum.

Talan er um 6 arbeiðspláss; ein stjóra, fýra fulltrúar og ein skrivara, sum nú verða flutt úr Havnini og inn á Skálafjørðin.  

Dátueftirlitið fer at leiga ovaru hæddina í bygninginum á Heiðavegi 25 í Saltangará.

Vit hava leita eftir hølum í eitt ár ella har á leið, eftir at, táverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, gjørdi av at flyta okkum. Nú funnu vit so okkurt, so nú verður flytingin framd, sigur Tóri Højgaard.

Avtalan er, at Dátueftirlitið tekur við leigumálinum frá 1. novembur 2023.