Í sambandi við stjóraskiftið á Pelagos verður almenn móttøka á virkinum í Fuglafirði í dag 10. oktober frá kl. 15.00 – 17.30.
Síðani Pelagos varð sett á stovn í 2014, hevur Jóhan Páll Joensen staðið á odda fyri felagnum.
Tann 1. oktober tók Bogi Petursson Nielsen við sum nýggjur stjórið í felagnum.
Á móttøkuni í dag verður bæði ábit at fáa og høvið at heilsa upp á fráfarandi og nýggja stjóran.
Øll eru vælkomin, boðar Pelagos frá.