Mynd: Helgi Abrahamsen
Lesarabræv
Tey árini eg var limur í Norðurlandaráðnum, arbeiddi eg nógv við markaforðingum. Markaforðingar eru forðingar, sum gera tað trupult at virka tvørturum landamørk. Nógvar slíkar forðingar eru millum norðurlond, og eisini í ríkisfelagsskapinum eru markaforðingar.
Eitt stórt tal av føroyingar ferðast á hvørjum ári millum Føroyar og Danmark til dømis í arbeiðs- lestrar- ella sjúkraørindum. Her er trupulleikin ofta, at lóggávan í báðum londunum samsvarar ikki, og tí má alla tíðina haldast eitt vakið eyga við lógarbroytingum, so at ikki nýggjar markaforðingar stinga seg upp. Eisini mugu vit støðugt arbeiða við at beina verandi markaforðingar burtur.
Sambandsflokkurin hevur á Fólkatingi arbeitt nógv við markaforðingum í ríkisfelagsskapinum. Tí hóast markaforðingarnar kunnu tykjast at vera ein lítil trupulleiki fyri tey, sum tær ikki raka, so kunnu tær vera ein stórur trupulleiki hjá til dømis eini familju, sum missir ávís rættindi úr Føroyum vegna longri sjúkralegu hjá einum barni.
Sambandsflokkurin vil virka fyri, at tað skal vera lætt at virka tvørturum landamørkini í ríkisfelagsskapinum. Tað er eitt av endamálunum, sum vit vilja nýta ein fólkatingssess til.
Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin