Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2022 09:27

Allan Dybczak venjari hjá NSÍ kvinnunum

Mynd: NSÍ

NSÍ hevur í kvøld gjørt avtalu við havnamannin Allan Dybczak um at verða høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðinum hjá felagunum.

Allan Dybczak er 48 ára gamla og hevur verið venjari tvey ár hjá B36 kvinnum, me hevur seinastu 10 árini verið venjari hjá HB, meginpartin av tíðini hjá besta kvinnuliðnum.

Talan er tí um ein sera royndan føroyskan venjara, við góðum innliti í føroyskan kvinnufótbólt.

NSÍ sigur á Facebook vanga sínum; “Við einum sterkum venjara og fleiri sáttmálum er hópurin við at fáa eitt spennandi skap. Vit gleða okkum til at síggja hvussu tað fer at gangast”