Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2025 12:55

Allahalgannahald í Sunda kommunu

Sunda kommuna

Allahalgannahald við Gjógv, í Haldórsvík og Hósvík

Leygardagin 1. november er Allahalgannadagur og sum siðvenja er verður skipað fyri minningarhaldi fleiri staðni í kommununi.

Minningarhald við Gjógv
Í Gjáarkirkju kl 13.00 talar Jonhard Jógvanson. Aftaná gudstænastuna fara vit út til minnisvarðan at leggja krans.

Minningarhald í Haldórsvík
Haldórsvíkar kirkja og minnisvarði kl. 14.00. Jákup Erlingsson Petersen, sóknarprestur, talar. Síðani verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Minningarhald í Hósvík
Í Hósvíkar kirkju kl. 15.30, talar Jákup E. Petersen. Eftirfylgjandi verður kransur lagdur við minnisvarðan.