Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2025 08:12

Allahalganna Messa við Gøtu Kirkju Ungdómskórið og tónleikarum

Tíðindaskriv

Allahalganna sunnukvøld, 2. Nov. kl. 19.00 verður Allahalganna Messa eftir norska tónaskaldinum, Egil Hovland, sum vit hava týtt til føroyskt. Talan er í grundini um eina víðkaða gudstænastu, har ein á heilt serligan hátt gjøgnum sang og liturgi, minnist tey, ið undan eru farin. 

.

Umframt Gøtu Kirkju Ungdómskór luttaka hesi:

Liturgar / prestar: Ida Lykke Kannuberg og Tummas Lykke Kannuberg

6 Blásarar úr Klaksvíkar hornorkestrið.

Organistur saman við kórinum: Jóhanna Johannesen.

Talan er ikki ein konsert sum so, tí kirkjuliðið luttekur sera aktivt gjøgnum alla messuna við nýggjum sangum, sum vera lærdir, við at kórið syngur fyri. Men hendan serskrivaða Allahalganna messan hevur nógvan sera vakran tónleik í sær. 

Síggi fyri tykkum eitt stórt upplivilsi