Myrk skýggj hanga nú yvir alivinnuni, serliga í Eysturoynni, eftir at 3. viðgerð av Lógaruppskotinum í Løgtingsmálinum, sum uppskotssetarin Høgni Hoydal legði fram um “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Broytingar í tøkugjaldinum)” er júst atkvøtt ígjøgnum við 14 atkvøðum fyri og 11 ímóti og endaliga samtykt.
Tað inniber at t.d. Bakkafrost, nú í orðunum hjá stjóranum, Regin Jacobsen, má minka íløgurnar, meðan víðarivirkingin ikki kann halda áfram á Glyvrum.