Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2025 16:13

Álit um RÓWT og tænastur til ung við samansettum trupulleikum handað

Mynd: Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið

Ein arbeiðsbólkur hevur í dag handað landsstýrisfólkunum í almanna- og mentamálum, heilsumálum og barna- og útbúgvingarmálum eitt álit um, hvussu RÓWT og samlaði innsatsurin til ung við samansettum og umfatandi sálarligum, sosialum og rúsevnis trupulleikum kann endurskoðast. 

Endamálið er at skapa ein haldføran og føroyskan innsats, ið kann lofta hesum ungu, og geva teimum ein veruligan møguleika at megna sítt lív.

Tørvurin at endurskoða og styrkja tænasturnar til hesi ungu er eyðsýndur í býarmyndini. Tí eri eg glaður um, at hetta arbeiðið varð sett í gongd, áðrenn eg tók við sum landsstýrismaður, og at álit nú er handað. Ovasta leiðsla í teimum stovnunum, sum varða av tilboðunum til hesi ungu, standa aftanfyri álitið, og gevur tað okkum tí eitt sterkt og fakligt grundarlag at taka avgerðir út frá. Nú er tað upp til okkum at skapa neyðugu fortreytirnar fyri, at álitið gerst veruleiki”, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Álitið staðfestir, at verandi skipanir í Føroyum ikki megna at lofta hesum bólki av ungum í nøktandi mun, og mælir millum annað til, at eitt tilhaldsstað verður sett á stovn, ið verður flættað saman við RÓWT, har ung kunnu kenna seg møtt og vird.

Eisini verður mælt til at fyribyrging og uppsøkjandi arbeiði verða styrkt og betur skipað, at tillaga og styrkja rúsviðgerðatilboð til at veita rúsviðgerð til fólk við dupultdiagnosum, og at tilboð til fólk, ið hava verið í viðgerð, verða styrkt og víðkaði, herundir ávegishús, bú- og viðgerðartilboð, stuðulstilboð, og bústaðir.

Álitið byggir á eina heildarhugsan – har øll stigini eru treyt fyri hvørjum øðrum. Arbeiðsbólkurin ger í álitinum greitt, at tað ber ikki til at loysa trupulleikan við bert einum einstøkum liði. Tí er tað altavgerandi, at øll stigini í tilmælinum verða sett í verk í einum samanhangi.

Í arbeiðsbólkinum eru Ann Kristina S. Simonsen vegna Almanna- og mentamálaráðið, Guðrun Maria Mortensen vegna Heilsumálaráðið, Hjørdis S. Mortensen vegna Almannaverkið, Magni Højgaard vegna RÓWT, Tormóður Stóra vegna Psykiatriska depilin, Elken Klettheyggj vegna Kriminalforsorgina og Margreth Olsen vegna Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Álitið kann lesast her.