Havbúnaðarfelagið
Meira enn 400 fólk vóru savnað á Aliráðstevnuni, har viðkomandi framløgur settu sjóneykuna á støðuna og útlitini í vinnuni
Fríggjadagin 6. mars skipaði Havbúnaðarfelagið fyri árligu Aliráðstevnuni á Hotel Føroyum, har fólk úr alivinnuni og onnur við tilknýti til vinnuna komu saman fyri at deila nýggjastu vitanina og umrøða støðuna og framtíðarútlitini í vinnuni.

Føroyska alivinnan er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði búskap og arbeiðsmarknað í Føroyum. Aliráðstevnan er tí ein týðandi møguleiki hjá teimum, sum starvast í og rundan um vinnuna, at fáa nýggja vitan, íblástur og høvi at hittast um felags avbjóðingar og menningarmøguleikar. Ráðstevnan savnar føroyskar og altjóða serfrøðingar við denti á marknað, heilsu, góðsku, kappingarføri og burðardygga menning.

Av tí at løgtingsval er útskrivað, var tað Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sum setti ráðstevnuna. Í setanini vísti hann á, at 2025 var besta árið hjá alivinnuni higartil, tá ið hugt verður at framleiðslunøgd, og at útlitini fyri vinnuna framvegis eru góð.

Skráin fevndi um bæði styttri og longri framløgur, har fleiri viðkomandi og aktuell evni fyri alivinnuna vórðu viðgjørd. Millum annað vórðu framløgur um støðu og marknaðarútlit fyri 2026, gongdina í framleiðsluni í føroyskum havbúnaði í 2025 og fiskaheilsubarometrið fyri 2025.

Eisini varð greitt frá royndum við vaksineraðum ILA-smittaðum laksi í sjónum og um sambandið millum laksalús, samfelag og umhvørvi.

Eitt gjøgnumgangandi tema á degnum var, at útlitini fyri vinnuna eru góð. Sambært umrøðuni á ráðstevnuni peika tølini rætta vegin, og mett varð, at framleiðslan í 2026 kann fara upp um metið frá í fjør.

Aftur í ár var stór undirtøka fyri ráðstevnuni, sum umframt fakligt innihald eisini gav góðan møguleika til netverkan og prát millum fólk í vinnuni og teimum, sum starvast tætt at henni.
