Nes kommuna
Aleksandar Jovevic vitjaði borgarstjóran
Nýggi høvuðsvenjarin hjá B68, Aleksandar Jovevic, vitjaði á kommunuskrivstovuni seinnapartin og heilsaði uppá Súna í Hjøllum, borgarstjóra.
Aleksandar Jovevic er ættaður úr Serbia. Hann kom til Føroya fyrstu ferð í 2003 at leika við besta liðnum hjá Skála. Í 2004 leikti hann við NSÌ. Í 2005 og 2006 við TB, og síðan leikti hann við ÍF, heilt til 2014, tá ið hann eisini var hjálparvenjari. Í 2015 var hann høvuðsvenjari hjá ÍF.
So fór Aleksandar aftur úr Føroyum, men kom so aftur til Føroya og gjørdist partur av venjartoyminum á Svangaskarði. Hann var hjálparvenjari hjá B68 í 2018, 2020 og 2021. Hann var ein týðandi partur í toyminum, sum fekk felagið aftur í Betri Deildina.
Í 2022 og 2023 var Aleksandar høvuðsvenjari hjá ÍF, men seinastu tvey árini hevur hann roynt seg í einum spennandi starvi hjá Ali CSC í Barein.
Aleksandar Jovevic er sostatt ikki ókendur á Toftum, og sigur:
“Eftir at hava verið í Barein, eri eg ótrúliga glaður at vera aftur í B68. Eg hevði nøkur góð ár her, tá vit fluttu upp í 2020, og eg bleiv sera góður við bæði felagið og fólkini her. Tá eg fór, tá føldi eg, at hetta ikki var tann seinasti kapittulin hjá mær í B68. Nú eri eg aftur – og eg eri bæði glaður og spentur upp á hesa avbjóðingina. Good to be back home.”
Venjaratoymið hjá B68 er:
Høvuðsvenjari: Aleksandar Jovevic
Hjálparvenjari: Nenad Saric
Fysiskur venjari: Pedro Tarancón Antón
Málmansvenjari: Karstin Hansen
Nes kommuna ynskir Aleksandar Jovevic, venjartoyminum og leikarunum hjá B68 allar bestu eydnu í fyrireikingunum til kappingina, sum liggur fyri framman.
