Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2025 15:45

Aldan vitjaði a skrivstovuni hjá borgarstjóranum

Mynd: Eiðis kommuna

Eiðis kommuna

Í dag fekk skrivstovan vitjan av forskúlanum Alduni. 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri, greiddi børnunum frá hvat ein kommuna er og hvørjar uppgávur hon røkir. Børnini fingu høvið at spyrja spurningar um Eiðis kommunu. Afturvið hesum fingu tey góðgæti og hvør sín penn og skriviblokk í part. 

At enda skrivaðu tey seg upp í gestabókina. Eiðis kommuna takkar fyri vitjanina.

Myndir: Eiðis kommuna