Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.05.2025 11:04

Akraberg siglur nú heim

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Akraberg er á veg heim til Føroyar.

-Fiskaríið hevur verið í ordan. Vit hava fiskað 900 tons, í 29 dagar, sigur Eyðun á Bergi skipari, fyri Eysturoyarportalinum.

Hann sigur, at teir hava roynt í norskum sjógvi og meginparturin av lastini er toskur og so nakað av hýsu, upsa og kongafiski.

Akraberg verður eftir ætlan, á Fuglafirði mikudagin, har lastin verður landað til Bergfrost. Komandi túr er ætlanin at fara á rækjuveiðu.