Eyðun á Bergi, skipari á Akraberg, sigur við Eysturoyarportalin, at teir sigla heim við fullari last úr Barentshavinum, har teir hava fiskað í 7 vikur.
Teir eru í løtuni staddir beint eystanfyri Føroyar og landa í morgin í Fuglafirði.
Og er ætlanin at fara avstað nýggjan túr longu mánadagin.
