Mynd: Framherji
Akraberg siglir heim og verður hann í Føroyum einaferð hósdagin. Veðrið er keðiligt í løtuni, sigur skiparin Erland Olsen úr Rituvík. Hann sigur, at teir hava fiskað gott 880 tons av toski og hýsu, heysað og kruft.
Hetta er samstundis seinasti túrur hjá Erlandi Olsen, sum er skipari á Akraberg. Hann er blivin 71 ár og sigur, at nú er lagaliga løtan at rigga av.
Deil á Facebook