Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.08.2026 14:11

Áhugaverdur fyrilestur í Glyvrahanusarhúsi

Fyrilestur verður í Glyvrahanusarhúsi í Norðragøtu mikukvøldið 12. august kl 19.00. Tað er Gøtu Fornminnisfelag sum skipar fyri. Á skránni verður fótbóltssøgan í Gøtu, frá byrjani og fram til dagin í dag.

Fyrilestrahaldari verður Sigfríður Joensen, sum hevur granskað fótbóltssøguna í Gøtu.

Tað eru nú 100 ár við skipaðum fótbólti í Gøtu. í 1926 varð NGB-Norðragøtu Bóltfelag-stovnað, og í 1940 varð GÍ stovnað.

Í 2008 løgdu GÍ og LÍF saman, og Víkingur sá dagsins ljós.

Fyrilesturin er almennur og øll eru vælkomin.