Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.07.2025 14:19

Áheitan til borgarstjóran

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Í dag var forkunnug vitjan í býráðshúsinum í Eysturkommunu.

Børn úr dagstovninum Brúsa í Leirvík, hava í morgun verið í Norðragøtu og handað borgarstjóranum eina undirskrivaða áheitan um ein lítlan sparkivøll.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri, takkaði fyri skrivið og segði børnunum, at hann skuldi fara at vita, um tað ikki man fara at bera til, at fáa ein lítlan vøll inni í garðinum.

Takk fyri vitjanina.

Spjaldur