Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2022 11:24

Áheitan frá NSÍ til dagsins dyst

Mynd: NSÍ Runavík FC

Á Facebook vanganum hjá NSÍ hevur felagið undan dagsins dysti, hesa áheitan til allar fjepparar hjá NSÍ:

“Hetta er ein innarlig áheitan frá einum trúgvum fjeppara hjá NSÍ

Góðu tit øll, kunna vit ikki øll møta upp við Løkin í dag, í GULUM, JALIG og rópa øll í felag, so okkara menn føla, at vit bakka teir upp 100 %   Vit eru øll í einum aldudali nú, og mugu vit øll gera okkara ávirkan fyri at koma uppundan aftur. So latið okkum møta mannsterk upp og vísa KÍ viðhaldsfólkið, hvør bestemmar við Løkin  Vónandi verið vit nógv og royna at setta okkum saman, øll í gulum, so vit bæði síggjast og hoyrast”