Lesarabræv
Havi verið heilt nógv ár í politikki eftir hondini, og mangar hava ósemjurnar verið.
Ósemjur um tunlar, pensjón, arbeiðsmarknaðarmál, skattir og gjøld. Vit eru ikki samd um alt, og soleiðis er tað bara.
Við uppskotinum um fría fosturtøku, er talan um nakað heilt annað; um lívið sjálvt. Tískil er hendan ósemjan nakað heilt øðrvísi.
Og eg endurtaki: Hetta snýr seg ikki um tunlar, pensjón ella arbeiðsmarknaðarmál, sum vit vanliga kjakast um.
Hetta snýr seg um lívið sjálvt (!)
Eg vildi av hjartanum ynskt, at rætturin til lívið ongantíð hevði verið ein spurningur. Ella nakað at kjakast um. Rætturin at liva er so grundleggjandi. Ein sjálvfylgja, spyrt tú meg.
Góðu tit tingfólk, sum ætla at atkvøða fyri hesum: Hugsið tykkum væl um, og verið vís.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin