Mynd: Savnsmynd
Eftir ætlan byrjar kommunan at rudda kavan vekk framvið vegunum í kvøld/fríggjakvøld 17. mars. Kavin verður burturbeindur við lastbilum.
Byrja verður ovast uppi, tvs., at Sevdalsvegur er fyrsti vegur, síðan Tokilskrókur og so framvegis.
Eftir tað stendur Kambsdalur fyri tørni.
Fyri at hetta skal eydnast, MUGU ØLL FLYTA BILARNAR ! FYLGIÐ TÍ VIÐ, TÁ GRAVIMASKINAN NÆRKAST TYKKARA BÚSTAÐI!, sigur kommunan í áheita á heimasíðu síni.
