-í samb við almenna hoyringsfundin í dag á Hotel Hilton, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið skipa fyri
Tíðindaskriv/ADHD-felagið
Í dag hósdagin 22. januar kl. 15:00-17:30 á Hotel Hilton skipar Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri almennum hoyringsfundi um mannarættindi.
Endamálið við hoyringini er, at áhugafelagsskapir og almenningurin fáa høvi at siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í Føroyum.
Áheitan frá ADHD-felagnum í Føroyum til hoyringarfund um mannarættindi, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið skipar fyri 22. januar
ADHD-felagið vil gera vart við, at støðan hjá fólki við psykiatriskum og neuropsykiatriskum líðingum í Føroyum gevur álvarsliga orsøk til stúran viðvíkjandi altjóða mannarættindaskyldum, serliga rættinum til heilsu, javnrætt og ikki-diskriminatión, og hetta eigur týðiliga at koma fram í frágreiðingini.
Rætturin til heilsu – ICESCR grein 12
ICESCR grein 12 javnsetir likamliga og psykiska heilsu og staðfestir, at øll hava rætt til best gjørliga likamliga og psykiska heilsu. Hetta fevnir eisini um rættstundis atgongd til útgreining, viðgerð og uppfylging.
Í bíðirøðini til psykiatriina standa fleiri enn 1.097 børn og vaksin, tað er 1 út av 50 føroyingum!
ADHD-felagið metir, at so langar og systematiskar bíðitíðir eru í stríð við ICESCR grein 12, tí at Føroyar ikki tryggja veruliga atgongd til neyðugar heilsutænastur í rímiligari tíð.
Sambært ICESCR grein 2, stk. 2 og CRPD grein 5 skulu lond tryggja javnrætt og forða fyri diskriminatión í atgongd til rættindi, eisini heilsutænastur.
ADHD-felagið vil vísa á ein greiðan, strukturellan ójavna millum somatiskar og psykiatriskar líðingar í Føroyum. Somatiskar sjúkur verða raðfestar nógv fremri, bæði tá um bíðitíð, tilfeingi og atgongd til serlækna ræður. Ójavnin sæst týðiliga á heimasíðuni hjá LS, har bíðilistar til fleiri útgreiningar liggja. Bíðirøðin til psykiatriina er nógv nógv longst.
Týðiliga verða psykiatriskar og neuropsykiatriskar líðingar raðfestar munandi longri afturi í Føroyum, hóast tær hava stóran týdning fyri arbeiðsførleika, útbúgving, familjulív og sosiala luttøku.
Hesin munurin kann metast sum óbeinleiðis diskriminatión, tí at fólk við psykiatriskum líðingum ikki hava somu veruligu møguleikar at fáa hjálp sum onnur.
Við størri vitan og betri viðgerðarhættir er psykiatri ein av størst vaksandi heilsuøkjunum, og eigur føroyska heilsuverkið at fylgja við tørvunum.
Vit minna eisini á, at fólk við ADHD eisini eru fevnd av CRPD, vanliga nevndur Brekrættindasáttmálin og eru tryggjað fulla og javna atgongd til heilsutænastur, uttan diskriminatión og við somu góðsku og tíðarkørmum sum onnur sambært CRPD grein 25.
Akuttur tørvur á handling
ADHD-felagið hevur seinastu nógvu árini áhaldandi víst politikarum og myndugleikum á trupulleikarnar við longu bíðirøðunum og manglandi viðgerðarmøguleikunum, uttan at bati er at hóma, tí køin veksur ár fyri ár.
Støðan við eini so langari bíðirøð í einum so lítlum samfelagi vísir greitt, at talan er um ein systemiskan trupulleika, sum krevur bráðneyðuga handling. Vit meta, at okkurt má og skal gerast beinanvegin, fyri at forða fyri varandi brotum á mannarættindini hjá teimum, sum bíða.
ADHD-felagið biður um, at hesi viðurskifti verða tikin við í UPR-eftirmetingina av Føroyum, og at føroysku myndugleikarnir verða eggjaðir til:
- At tryggja javnrætt millum somatiskar og psykiatriskar líðingar sum skjótast
- At gera eina ítøkiliga ætlan og finna fígging, sum styttir bíðitíðirnar beinanvegin
- At viðurkenna psykiatriska heilsu sum ein mannarættindaspurning
ADHD-felagið í Føroyum takkar fyri møguleikan at lata eitt íkast til almennu hoyringina um mannarættindi í sambandi við UPR-frágreiðingina, sum Føroyar lata Sameindu Tjóðum saman við Danmark og Grønlandi.
Kunning um Føroyar og mannarættindi sæst á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum her ST mannarættindi – Uttanríkis- og mentamálaráðið
Kunning um UPR tilgongdina sæst á heimasíðuni hjá Mannarættindaráðnum í ST her Fourth cycle (2022-2027) focus: enhanced implementation of UPR recommendations | OHCHR
https://social.desa.un.org/issues/disability/crpd/article-5-equality-and-non-discrimination
https://www.sjukrahus.fo/um-okkum/bidilistar
