Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.08.2023 16:00

Afturkalling av laksavøru, sum er prentað við skeivum haldføri

Mynd: Bakkafrost

Tíðindaskriv/Bakkafrost

Bakkafrost afturkallar laksavøru, sum av óvart er prentað við skeivum haldføri. Á etikettini stendur, at seinasti nýtsludagur er 08.12.2023, men hetta átti av røttum at vera 12.08.2023. Bakkafrost letur nýggjar 100g pakkar av feskum royktum laksi til tey, sum lata afturkallaðu vøruna inn aftur, haðani hon er keypt.


Hvør er vøran?

Heimland, feskur royktur laksur

100g pakkar
Best fyri: 08.12.2023

Hvar er vøran seld?

Vøran er seld í føroyskum handlum

Virkið, ið afturkallar

Bakkafrost

Orsøk til afturkalling

Vøran er prentað við skeivum haldføri. Á etikettini stendur, at seinasti nýtsludagur er 08.12.2023, men hetta átti av røttum at vera 12.08.2023. 

Vandi

Vøran er einans feilmerkt, og tað er tí eingin vandi við at eta vøruna áðrenn 12.08.2023.

Ráð til borgaran

Bakkafrost letur nýggjar 100g pakkar av feskum royktum laksi til tey, sum lata afturkallaðu vøruna inn aftur, haðani hon er keypt.