Soleiðis skrivar Víkingur í dag:
Bárður á Reynatrøð, sum telist millum dugnaligastu málverjar, vit eiga í Føroyum, hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið við tveimum árum.
Bárður hevur víst sera høgan kvalitet í ár, bæði hjá okkum, men ikki minst á landsliðnum, tá hann hevur fingið møguleikan.
Bárður hevur sambært Faroesoccer leikt 124 dystir í Betri deildini, umframt Víking hevur hann eisini umboða Skála.
Deil á Facebook