Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.07.2026 17:05

Ættarliðsskiftið á Varðanum – trý nýgg andlit

P/F Varðin hevur fingið nýggja nevnd. F.v.: Poul Arni Jacobsen, Per Dávidsson Jacobsen, Pól Øregaard Jacobsen, Frits Thomsen og Arni Rasmussen. Mynd: Eysturoyarportalurin

Nýggj nevnd hevur tikið sætið á einum av Føroya størstu feløgunum – P/F Varðin í Gøtu.

Inn í nevndina, sum er mannað av fimm nevndarlimum, eru trý nýggj andlit. Allir menn, sum hava havt tætt tilknýtið til felagið alt sítt lív og sum nú skulu byggja á herðarnar á undangongumonnunum teirra.

Per Dávidsson Jacobsen, er nýggur nevndarformaður og nýggjur í nevndini. Meðan Poul Arni Jacobsen og Arni Rasmussen eru hinir báðir nýggju í nevndini. Pól Øregaard Jacobsen og Frits Thomsen, sum eisini sótu í gomlu nevndini og halda fram í nýggju nevndini.

P/F Varðin varð stovnað í 1985. Tað vóru menn úr Gøtu, sum tóku stig til at byggja nóta- og trolbátin Trónd í Gøtu, sum varð grundarsteinurin undir Varðanum.

P/F Varðin rekur í dag fylgjandi uppisjóvarskip:

  • P/F Hvamm – M/S Tróndur í Gøtu
  • P/F Krossbrekka – M/S Finnur Fríði
  • P/F Driftin – M/S Gøtunes
  • P/F Gulenni – M/S Tummas

P/F Varðin er eitt vælrikið føroyskt felag sum hevur meira enn 40 ár á baki. Umsetningurin er yvir eina milliard krónur, og felagið hevur yvir 375 fólk í starvi, bæði á sjógvi og landi.

Høvuðsskrivstovan hjá P/F Varðin í Syðrugøtu. Mynd: Eysturoyarportalurin