Mynd: Sunda.fo
Fyrr í ár gjørdi Sunda kommuna avtalu við Senit, um at gera eina vetrarfriðingarætlan fyri allar bygdirnar í kommununi. Arbeiðið er nú komi so langt áleiðis at fyrsta stig er handað kommununi.
Sitandi býráð hevur sett sær fyri at fáa gongd á vetrarfriðingina í Sunda Kommunu, soleiðis at fyrsta bygdin kann verða vetrarfriðað hesa býráðssetuna, og at ein tíðarætlan er fyri hinar bygdirnar.
Fyrsta stig í hesi ætlan er at fáa greina, í hvørjum bygdum tørvur er á vetrarfriðing, og hvussu henda skal fremjast. Heitt varð á ráðgevandi fyritøkuna, Senit, um at gera eitt arbeiðsskjal, sum skal liggja sum grund undir endaligu ætlanini. Hetta arbeiðsskjalið er nú handað Esther Dahl, forkvinnuni í Vinnu- og Umhvørvisnevndini.
Á myndini eru Jógvan Kruse, borgarstjóri, Sigurd Justinussen, Senit, Esther Dahl, forkvinna í Vinnu- og Umhvørvisnevndini og Haraldur S. Hammer, limur í Vinnu- og Umhvørvisnevndini.
Deil á Facebook