Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.04.2026 08:40

Adrian fekk sítt fyrsta mál fyri AC Horsens (Video)

Mynd: AC Horsens

Í gjárskvøldið leiktu AC Horsens ímóti Esbjerg í donsku næstbest deildini, eisini nevnd Betina Liga.

Dysturin endaði 4-1 til heimaliðið úr Horsens. Adrian Justinussen, sum í vetur skifti úr Hillerød til AC Horsens, var við frá byrjan. Og skeyt hann eisini sítt fyrsta mál fyri nýggja felag sítt, tá ið hann í 50 minutti økti til 3-1 úr spískum umvegin stongina.

Við málinum í gjár hevur Adrian nú skotið 11 mál tilsamans hetta kappingarárið í Betina Ligaen, og er saman við Frederik Gytkjær úr Lyngby, toppskjútti í deildini.

Málið hjá Adrian kann síggjast her

AC Horsens er á 4. plássi og hevur 3 stig upp til 2. pláss sum gevur beinleiðis uppflyting til Superligaen.