Minningarorð
“Sól í Leirvík” hoyrdist aftur og aftur í mjørkanum í Gøtu hósdagin 16. mai. Fólk deildu myndir og videobrot av góðveðrinum í Leirvík. Tú vart ein av teimum, Jóhan Edvard. Tú vísti okkum á tínum fb-vanga, hvussu pollamjørkin spældi sær í lágættini á Galvinum um middagsleitið.
Eg kvikaði mær úr Gøtu yvir um Leirvíksfjall. Setti meg í túnið um nón við vón um at njóta eina løtu úti í sólini heima. Men brádliga var mjørkin har og køvdi alt – bæði so og so. Vit eru sum ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur.
Seinni um kvøldið hoyrdist óunniliga ljóðið av lúðrum og blunkandi ljósum um alla bygdina. Ein fyri og annar eftir hvurvu teir um sýn eftir vegnum út móti brennistøðini. Mong við mær fregnaðust um, hvat mundi vera áfatt? Vónandi var hetta bara ein sløkkiliðsvenjing. Men so var ikki. Veruleikin var heilt óveruligur.
Staddur við tína gravimaskinu við útsýni, har sum sólin setur í Djúpini kvøldini báðumegin longsta dag, gjørdu hjálparfólkini eitt stórt og tungt arbeiði. Tú vart longu farin um sýn, og tínir dagar vóru taldir. Einans 54 vetrar. Sólin var farin í kav fyri seinastu ferð. Ja, fjørður tín var rógvin, sum tú sang so vakurt. Tú átti sjálvur lagið og so mong ár á sjónum.
Nú fjørður mín er rógvin her,
og tíð mín brátt er av.
Eg sigi farvæl við hesa verð,
siglast nú skal annað hav.
Heim, heim til himmals tað ber
til ta havn, hann tilreiðar mær ger.
Rættir út sína særdu hond,
og eg stígi á snjóhvíta strond.
Kvøldið fyri lagnudagin sótu vit saman við vinum og kenningum í føðingardegi hjá einum góðum vini, sum eigur sangtekstin. Tú vart familjukærur um ein háls og røkti tínar vinir. Alt var, sum tað plagdi. Títt káta og skemtiliga lyndi smittaði tónalagið við borðið. Hittinorðaður og altíð klárur við eini viðmerking. Ja, tað var altíð stuttligt og lívsjáttandi at vera í sama rúmi sum tú.
Vit fylgdust út í túnið og avtalaðu at syngja nakrar sangir til næsta møti um eina góða viku. “Ja, hatta finna vit útav”, var seinasta heilsanin eg fekk frá tær, áðrenn vit skiltust beint fyri midnátt.
Hálvan februar deildi tú eitt videobrot úr gravimaskinuni nær Limmilund í Leirvík, við barnagarðin Brúsa, niðan fram við Brúsá. Tær dámdi at gera gøtur. Tú vart eitt ljós á gøtuni fyri mong. Tað var lætt hjá øllum at koma í prát við teg. Tú heilsaði upp á tey, ið gingu framvið tíni lívsleið. Harmoniska tilveran í gravimaskinuni kendist floymandi saman við vakra kvøðuljómanum “Til allar vinir”. Sum ljóðtapet í bakgrundini. Tú hevði bara vinir. Ongar óvinir. Øll vóru góð við teg.
Av og á síggi eg meg sum tað velduga træ,
hugsi yvir tíðina, ið fór.
Minnist vinirnar, so hugnaligt tað var,
men nú eru vit farin hvør sín veg.
So brosi eg eitt lítið bros, meðan eg minnist á;
ein takkarsjálvti streymar hjarta mínum í,
tíðin hann okkum gav so loyndarfull og góð,
eg altíð minnast vil teg sum mín vin.
Tú vart eisini ein íðin Víkingafjeppari. Altíð fúsur og vónríkur til dyst. Við brillunum á pannuni og Samson í klovanum áðrenn fyrsta bríksl. Tú orkaði ikki at sita á einum klappstóli eins og Katrin, men tú klappaði við einum skálkabrosi, tá teir ljósabláu skoraðu. Eftirmetingin hjá tær eftir dyst var stundum stutt. Seinasta dyst mintust vit teg í tøgn í Sarpugerði saman við teimum svørt/gulu frá tínum barndómsfelagi.
Ein av tínum yndissangum var “Why Me Lord”. Hesin var eisini vakurt framborin til kórsetingina. “Veldis Gud”, sum tú eisini plagdi at syngja, stóð í blaðnum til jarðarferðina. Eftir ynski frá tínum nærmastu sungu “bb-menn” eisini “Tá eg ein lítil drongur var”. Prestur dugdi væl at seta orð á lív títt.
Saman við øðrum hava vit tvætlað saman. Vit hava flent saman. Vit hava jublað saman. Vit hava havt tað gott saman. Vit hava biðið saman í lítlu stovu í Leirvíkar Missiónshúsi. Vit hava sungið saman, “Gud enn á trónuni er”. Vit hava grátið saman – og tað gera vit enn. Vit hava verið á ferð saman kring landið við gleðiboðskapinum um teir ævigu bústaðirnar. Vit hava vitnað saman um okkara frelsara.
Nú ert tú saman við honum, sum tú sang og vitnaði um við dirvi og frímóð. Tín sangur og títt lív var um Jesus. Røddin hesumegin hegnið er tagnað eins og gittarin. Nú syngur tú har heima saman við teimum, sum undan fóru í trúgv á Jesus. Eg vil enda við hesum niðurlagnum um himmalin, sum vit hava sungið fleiri ferðir saman við okkara brøðrum í Harranum.
Í himlinum er vakur einglasongur
Í himlinum vit hoyrast einaferð
Í himlinum ei syndin nívir longur
Í himlinum vit síggjast einaferð
Takk fyri ríkar løtur. Takk fyri góð minnir. Takk fyri alt, góði Jóhan Edvard.
Adios amigo.
Góða Katrin, Jóhanna Bjørg, Hans Jákup, Filip og øll avvarandi. Harrin styrki tykkum øll í sorgini og sakninum. Tað er gott at vita, hvønn vit altíð kunnu fara til við øllum. (Jóh. 6,68)
Vit fáa styrki til ein dag í senn. (5. Mós. 33,25)
Signar á Reynatrøð
Deil á Facebook