Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2025 12:03

ADHD felagið: Framløga og politiskt kjak í Perluni í morgin hósdagin 30. oktober

Tíðindaskriv/ ADHD felagið

ADHD felagið skipar fyri spennandi tiltak við framløgum og politiskum kjaki í morgin hósdagin 30. oktober kl. 19:00  í Perluni.

Heili 1049 standa í bíðirøð til útgreining á psykiatrini, og tí spyrja vit, hvat er at gera? Hvat er so loysnin? – Hvussu tryggja vit skjótari útgreining, rætta og rættstundis viðgerð?

Hesar spurningar fara vit at seta umboðunumi frá politisku flokkunum, sum fáa høvi at leggja fram síni sjónarmið og kjakast um, hvussu stóri trupulleikin kann loysast. 

Umboðini fyri politisku flokkarnir eru:

Beinir Johannesen (A) Erhard Jacobsen (B) Eyðgunn Samuelsen (C) Sámal Petur í Grund (D)Sirið Stenberg (E) Ruth Vang (F) og Rósa Tyril Gardlykke (H)

Tórunn H. Ósá, námslektara og Ph.d.lesandi, fer at leggja fram nýggj tøl úr sínari Ph.d verkætlan, sum snýr seg um børn við neurologiskum sjúkum í Føroyum og svøvntrupulleikar. Framløgan er um: “Títtleikan av ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum og teirra fylgisjúkur frá 2004 til 2022”.

Nýggjasti bíðilistarnir frá Landssjúkrahúsinum vísa, at 800 vaksin standa á bíðilista at blíva útgreinaði fyri ADHD og 249 børn til barnapsykiatri, tað er til samans heili 1.049 fólk! Vit spyrja, hví eru tølini so høg? Kann tað veruliga passa – ella yvirútgreina vit í Føroyum?

Tórmóður Stórá leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum kemur at lýsa støðuna á vaksinpsykiatriini í mun til ressursir, og hvørjar avleiðingar bíðitíðin hevur fyri tey sum bíða.

Ingolf S. Olsen stýrir kjakinum og Eyð-Britt Tjaldrastein kemur við einari øðrvísi hugleiðing um avleiðingarnar av ov seinari útgreining.

ADHD felagið vónar, at hetta verður byrjanin til endan á longu bíðitíðini.

Árliga ADHDviðurkenningin verður, sum siðvenja er eisini latin.

Tiltakið verður stroymt og goymt í vitanarsavninum á adhd.fo

Øll eru hjartaliga vælkomin í Perluna hóskvøldið 30.oktober frá kl. 19-21.15.