Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2023 13:15

Aðalfundur verið í Havbúnaðarfelagnum

Mynd: Vinnuhúsið

Vinnuhúsið

Týsdagin 13. juni var aðalfundur í Havbúnaðarfelagnum. Havbúnaðarfelagið er vinnugreinafelag fyri feløg, sum virka innan aling í Føroyum.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Hans Jákup Mikkelsen og Regin Jacobsen. Báðir vórðu afturvaldir. Triðji nevndarlimurin Atli Gregersen, stóð ikki fyri vali hesaferð.

Á aðalfundinum legði nevndin fram ársfrágreiðingina fyri gongdina í alivinnuni farna árið, og kann frágreiðingin síggjast her.