Tíðindaskriv/ Kommunufelagið
Í dag, 20. mars klokkan 13, er ársaðalfundur Kommunufelagsins á Hotel Føroyum.
Á skránni fyri aðalfundin er millum annað formansfrágreiðing, sum Tórbjørn Jacobsen ber fram.
Formliga skráin er hendan:
- Val av fundarstjóra.
- Forfólkið letur frágreiðing um virksemi felagsins í farna árinum og um framtíðarætlanir felagsins.
- Framløga av roknskapi til góðkenningar.
- Val av grannskoðara.
- Innkomin uppskot.
- Ymiskt, herundir kunning um ætlaða fundarskrá fyri komandi árið.
Forfólkaumfar um framtíðina hjá kommununum
Aftaná aðalfundin verður skipað fyri einum politiskum pallborðskjaki. Øll forfólkini hjá politisku flokkunum luttaka.
Kjakið fer serliga at snúgva seg um kommunala bygnaðin við 29 kommunum og einari røð av kommunalum samstørvum, um eldraøkið – eitt av størstu vælferðarøkjunum hjá kommununum – og um leiklutin hjá kommununum í framtíðini.
Áhoyrararnir verða kommunustýrispolitikarar og ovastu kommunalu leiðslurnar úr øllum landinum. Vit vænta umleið 200 fólk, sum bæði fáa høvi at lýða á og seta spurningar. Allir miðlar eru bodnir við til tiltakið og vónin er tí, at innihaldið eisini fer at røkka væl út til almenningin.
Til ber at stroyma tiltakið: https://youtube.com/live/6JdR9XtSDIc?feature=share
