Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.05.2025 17:59

Aðalfundur hjá Bláa Krossi: Umleið 500 sjálvboðin starvsfólk

Mynd: Trúboðin

Trúboðin

Týskvøldið 29. apríl hevði Blái Krossur Føroya aðalfund í missiónshúsinum á Glyvrum.

Edva Jacobsen, aðalskrivari, bjóðaði vælkomin og Kristian Martin Petersen leiddi fundin. Í ársfrágreiðingini nevndi Edva ymiskt, sum var hent í felagsskapinum síðsta árið. Fyrst takkaði hon fyri árligu innsavningina, sum gav 1mill. krónur, sum fór til fyribyrging.

Arbeiðsgreinarnar, Fyribyrging, Títt rúm, Ávegishúsið, NýNý og aðrar høvdu havt nógv at gera, og høvdu verið til hjálp fyri mong. Tað hevði eisini gingist væl við teimum 7 endurnýtsluhandlunum um landið, sum hava umleið 400 sjálvboðin starvsfólk. Tey umleið 100 sjálvbodnu ungu, sum eru virkin um summarið á festivalum, gjørdu eisini gott arbeiði.

Hon nevndi eisini at norðurlendsk BláKross ráðstevna var í Føroyum, sum eydnaðist væl og so hevði Løgtingið hækkað stuðulin til fyribyrging, so nú var ráð til at seta fólk í starv í Suðuroy.
Nakað av viðlíkahaldi var neyðugt av teimum 6 bygningunum hjá Bláa Krossi. Ætlanir eru um útbygging og umbygging av bygninginum í Saltangará, sum samstundis er høvuðssætið hjá felagsskapinum. Edva segði eisini, at fakligheitin hjá starvsfólkunum var í hásæti, og hon takkaði bæði løntum og mongu óløntu fyri gott arbeiði farna árið.

Vístu tekningar av út- og umbygging
Egil Olsen, skrivstovufólk, greiddi stutt frá arbeiðinum og ítøkiligu ætlanum við bygninginum í Saltangará. Skrivstovan og handlarnir tørva betri og størri umstøður, og tí eru tekningar gjørdar av ætlaðu út-/umbyggingini, sum hann vísti fram. Tað er serliga Dakko Petersen, fyrrverandi aðalskrivari, sum hevur arbeitt við ætlanini og sum hann gongur høgt uppí.
Kristian Martin Petersen greiddi síðani frá roknskapinum, sum var góðkendur av aðalfundinum.
Tríggir landsnevndarlimir stóðu fyri vali og allir vóru afturvaldir.  

Sangløta og frágreiðingar
Eftir sjálvan aðalfundin sang Glyvra streingjakór nakrar sangir. Høgni við Rætt greiddi frá ymiskum í lívinum og Rut Mikkelsen, leiðari av seymistovuni NýNý hjá Bláa Krossi, greiddi frá arbeiðinum. Hon segði, at tað var spennandi at hjálpa brúkarum at seyma nýggj klæðir úr nýggjum og gomlum tilfari. Felagssangur var eisini áðrenn Sverri Steinhólm, formaður, endaði við Guds orði og bøn. Hann takkaði eisini fyri góðan fund og bjóðaði til drekkamunn í kjallaranum.