Løgmansskrivstovan
Í komandi viku fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum til Danmarkar.
Mánadagin 26. august er ríkisfundur, og týsdagin 27. august er fundur í samstarvsráðnum.
Ríkisfundur í Aalborg
Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Ríkisfundurin hesa ferð verður hildin í Aalborg, heimstaði hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra.
Til ríkisfundin luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Tey trý fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.
Sum eg segði í ólavsøkurøðuni í ár, vilja vit í nógv størri mun umboða okkara egnu áhugamál úti í heimi og víðka rásarúmið á uttanríkispolitiska økinum. Allir flokkar eru samdir um, at Føroyar eiga at hava sjálvstøðugan limaskap í viðkomandi altjóða felagsskapum. Vit hava í nógv ár viðgjørt støðuna saman við donsku stjórnini, uttan nakað úrslit er komið burturúr. Mín vón er, at vit á fundinum í Aalborg nú kunnu koma víðari.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Fundur í samstarvsráðnum
Týsdagin 27. august verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og landstýrismaðurin í lógarmálum luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum.
Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.
Tíðindafundur
Eftir fundin í samstarvsráðnum, verður almennum tíðindafundur, har løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, luttaka.
Tíðindafundurin byrjar kl. 13 føroyska tíð.
Fjølmiðlar ið ynskja at luttaka, skulu boða Statsministeriet frá við telduposti til presse@stm.dk
Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum
Føroyar
- Aksel V. Johannesen, løgmaður
- Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
- Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
- Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður í lógarmálum
Danmark
- Mette Frederiksen, forsætisráðharri
- Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
- Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri
- Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri
Grønland
- Múte B. Egede, landsstýrisformaður
- Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum
- Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum
- Erik Jensen, landstýrismaður í fíggjarmálum