Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2025 17:27

Á vitjan í Vestfold og Telemark fylke í Noregi

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Í farnu viku var umboð fyri Eysturkommunu á vitjan í Vestfold og Telemark fylke í Noregi.  Hetta var í samband við felagsskapin Destination Viking Association, ið marknaðarførur slóð víkinganna, og sum kommunan er limur í. Henda slóðin er ikki minst týðilig í okkara kommunu, har skrivligar keldur, fornfrøðiligir útgrevstrar, landslagið og staðarnøvn framhaldandi minna okkum á, at her hava fólk búleikast langt aftur í tíð.

Vestfold og Telemark fylke bjóðaðu luttakarunum ein brellbita av tí, ið er serliga spennandi at gera og vitja í teirra øki. Myndirnar vísa onkur hæddarpunkt.  

Spjaldur