Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík vunnu í vikuskiftinum 4-1 á Vestri í íslendsku landskappingini.
Eftir at 7 umfar var leikt, var Gunnar eisni valdur á “Vikuliðið”. Hetta er triðju ferð hetta kappingarárið at Gunnar er á liðnum. Eisini Patrik Johannesen, sum nýliga er byrjaður aftur í Breiðabliki eftir drúgvan skaða, var á liðnum hesu ferð.
Komandi dystur hjá Gunnari og Víkingur Reykjavík er leygardagin 25.mai, tá ið teir skulu á vitjan hjá ÍA Akranesi.
Deil á Facebook