Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2025 10:17

A-landsliðini brynja seg út til Silvurliguna

Flogbóltssamband Føroya

Okkara menn og kvinnur hava fyrireikað seg væl til Silver League-kappingina, sum verður henda næsta mánaðin.
 
Nakrar fáar venjingar eru eftir, áðrenn liðini bæði fara til sínar fyrstu landsdystir í Silvurliguni í ár.

Kvinnurnar skulu spæla í Lettlandi, Føroyum og Luksemborg, og menninir spæla í Íslandi, Føroyum og Georgia.

Vit fara at gera okkara besta at dagføra við úrslitum, myndum og vónandi LIVE upptøkum frá dystunum.

Til heimadystirnar á Sandi vóna vit at síggja nógvar áskoðarar.
 
Venjaratoymið hjá manslandsliðnum er hetta:

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
Liðleiðari: Berit Norðoy Vilhelmsen
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: NB Fysioterapi

Venjaratoymið hjá kvinnulandsliðnum er hetta:

Venjari: Ciro Zoratti
Hjálparvenjari: Mileta Vesovic
Liðleiðari: Lena í Buð
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: NB Fysioterapi


Dystarskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Kvinnur:

Umafarið í Lettlandi – Zemgales Olympic Center, Jelgava
30/05 kl. 17:00: Føroyar – Lettland
31/05 kl. 18:00: Ísrael – Føroyar

Umfarið í Føroyum – Høllin Inni í Dal, Sandur
06/06 kl. 19:00: Norðurmakedónia – Føroyar
07/06 kl. 17:00: Eysturríki – Norðurmakkedónia
08/06 kl. 17:00: Føroyar – Eysturríki

Umafarið í Luksemborg – d’Coque “Gymnase” Luxembourg
14/06 kl. 19:00: Føroyar – Ísland
15/06 kl. 17:00: Luksemborg- Føroyar


Menn:

Umfarið í Íslandi – Digranes, Kopavogur
13/06 kl. 18:00: Føroyar – Ísland
14/06 kl. 16:00: Svøríki – Føroyar

Umfarið í Føroyum – Høllin Inni í Dal, Sandur
20/06 kl. 19:00: Aserbadjan – Føroyar
21/06 kl. 17:00: Eysturríki – Aserbadjan
22/06 kl. 17:00: Føroyar – Eysturríki

Umfarið í Georgia – New Sports Palace, Tbilisi – Small Hall
28/06 kl. 16:00: Føroyar – Luksemborg
29/06 kl. 16:00: Georgia – Føroyar