Håkan Ericson og Eli Hentze hava í morgun úttikið A-landsliðshópin til komandi Baltic Cup, sum verður leikt tann 8. og 11. juni. Ein kapping, sum skal síggjast sum fyrireiking til komandi Nations League í heyst.
Áðrenn úttøkuna, var sagt av hjálparvenjarinum Eli Hentze, at vit kundu vænta nýggj nøvn hesuferð. Og tí var eisini ein ávísur spenningur at hóma millum fótbóltsáhugaði. Og tað gjørdi ikki úttøkuna minni áhugaverda, at Dimma.fo visti at siga í gjárskvøldið, at Páll A. Klettskarð fór verða úttikin hesuferð, eftir at hann hevur verið sæddur burturfrá, í fleiri umførum seinastu árini.
Men tá ið listin av landsliðhópinum var kunngjørdur kl. 10.00 í morgun í FSF húsinnum, var eingin Páll A. Klettskarð at síggja og ikki nógv spennandi nýtt at síggja. Tað mest spennandi var sostatt, hvør ikki var á listanum.
Í samrøðu við vertin hjá Televarpinum, Heðin Arge, segði høvuðsvenjarin Håkan Ericson, at hann hevði tosað við Páll A. Klettskarð eftir dystin millum KÍ og B68 í gjár og givið honum boð um at hann var úttikin, men Páll hevði takka nei til tilboðið frá sviianum.
Nakað, sum Páll eisini hevði “hótt við at gera” í samrøðu við Televarpið fyri nøkrum vikum síðani, um so var, at boð fóru at verða eftir honum.
Sostatt kann tykjast sum um, at venjaratoymið hjá fótbóltslandsliðnum hevur spælt fallit, tá ið talan er um ein av okkara bestu og vællýddu áleyparum í føroyskum fótbólti seinastu nógvu árini. Ein áleypari, sum í skrivandi løtu er toppskjútti í føroysku bestu deildini við 12 málum í 11 dystum. Og sum ikki verður aftur at síggja í føroysku landsliðstroyggjuni, undir sitandi venjaratoymið.
Løgið at uppliva, at áður kundu ikki báðir, Klæmint A. Olsen og Pall A. Klettskarð, verða í sama hópi, og hevur tað eisini verið frágreiðingin frá venjaratoyminum í fleiri ár. Men hesuferð kundi tað allíkavæl lata seg gera, sambært úttøkuni í morgun.
Hetta er alt annars í andsøgn við tað sum venjarin hevur úttala seg um í fleiri umførum, har hann hevur eftirlýst, at landsliðið skal vera vandamiklari í álopsstøðum og skal skjóta meira mál. Eisini deyðbóltsstøður í álopsstøðum, hava verið ein mangulvøru hjá landsliðnum, har sera fá mál verða skotin. Nakað sum t.d. Páll Klettskarð kundi loyst upp uppá.
Um hugt verður eftir áleyparunum, sum eru úttiknir hesuferð, so hava teir “bert” skotið 12 mál tilsamans. Tað sama sum Páll hevur skotið.
Pætur Petersen (2 mál), Klæmint A. Olsen (3 mál), Petur Knudsen (6 mál), Patrik Johannesen (1 mál) og Jóan Símun Edmundsson (0 mál)
Tá er ein annar málrevur í føroyskum fótbólti, Finnur Justinussen, slett ikki tikin uppá tungu, hóast hann hevur í ár skotið 8 mál í 10 landskappingardystum og fingið eitt orduligt “comeback” í ár.
Mest óvæntaða navnið í hópinum hesuferð, er tó málverjin Silas Eyðsteinsson úr B36, sum bert hevur leikt EIN dyst í landskappingini í ár. Einki ringt um leikarin sjálvan. Men tað kundi verið áhugavert at fingið at vita hvørji kriteriðir venjaratoymið hevur brúkt til júst hesa úttøkuna.
Um úttøkan er gjørd fyri at geva Silas Eyðsteinsson eitt, sokallað “boast” til fótbóltin. Hvat so við einum Ari í Haraldsstovu, kann ein spyrja? Er hann vorið so vánaligur eftir eitt hálvt ár hjá meistarunum í Klaksvík?
Serliga sæð í bakspeglinum, er tað ørkylmandi, at har áður leikarar ikki eru komnir uppá tal til at verða útvaldir til A-landsliðið, tí teir hava leikt ov lítið í bestu deildini ella ikki hava verið í fullari dystarvenjing, nú verða úttiknir.
Leikarar, sum t.d. Áki Samuelsen, Poul Kallsberg, Olaf Bárðarsson og Noah Mneney, sum allir hava víst sínar dygdir á U21, eru ikki hildnir at verða, antin góðir nokk, ella í nógv góðari dystarvenjing, sambært hesum venjaratoyminum.
Annars var tað bert Gullbrandur Øregaard, sum var tikin inn frá evnaríka U21 landsliðnum. Eitt U21 landslið, sum hevur veruliga víst vegin seinastu árini, har hópin av góðum úrslitum eru fingið til vega og fleiri leikararir sum veruliga hava fingið eitt altjóða gjøgnumbrot.
Hugstoytt var eisini at síggja, at venjaratoymið, hesuferð hevði gjørt ein lista av leikarum sum IKKI vóru tøkir hesuferð. Á listanum vóru m.a. leikarar, sum hava verið skaddir í fleiri ár ella sum ikki hava verið lyklaleikarar, men bert sitið á uttastu mandatunum í hópinum.
Ikki er vanligt, at venjarar tosa hart um hvørjir leikarar ikki eru tøkir, men í staðin halda fokus á teimum sum eru tøkir.
Baltic Cup verður leygardagin 8. juni, tá ið Estland og Føroyar spæla. Týsdagin 11. juni spæla Føroyar antin móti Litava ella Letlandi.