Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2023 08:09

Bardagi á Stovugólvinum

Mynd: Svangaskarð

Søga úr: Staðarnøvn og frásagnir av Nesi, Toftum og úr Saltnesi

Norðan fyri ítróttarøkið á Svangaskarði, í haganum hjá Hamrabóndanum, er ein vælvallað, sløtt fløta, sum vit nevna Stovugólvið. Navnið gevur seg sjálvt av tí, at har er líka slætt sum inni á tínum egna stovugólvi. Áðrenn veruligar umstøður vóru gjørdar til at spæla fótbólt á Toftum, var hetta eitt av teimum støðum, sum vit, smádreingirnir, nýttu sum fótbóltsvøll, hóast hetta, fyri okkum í hvussu so er, var burtur í óbygdum, langt uppi í haganum. Í dag er Stovugólvið bert eitt hanagleiv norðan fyri ítróttarøkið á Svangaskarði.

Mynd: Stovugálvið á Svangaskarði (Janus Jensen)

Í bókini Góður er gamalur í ráðum, sum glyvramaðurin Hans Petur Hansen í Heimistovu hevur skrivað, kemur hetta staðið fyri í einum greinastubba við heitinum Høga Saltnes. Smbrt. Hans Peturi er tað gomul søgn, at bardagi var í fornum døgum millum sunnan- og norðanmenn á slættanum nakað norðan fyri Toftaháls. Hann sigur frá, at tá farið var út á Nes í kirkju, søgdu tey eldru børnunum frá, hvar hesin bardagin hevði verið og vístu á gravir, sum skuldu prógva, at hetta var satt. Viðmerkjast kann, at gamla bygdagøtan inn í Heiðarnar gongur beint eystan fyri Stovugólvið. Hyggur tú at lendinum, so er valla nakar ivi um, at slættin, sum Hans Petur nevnir, kann bara vera Stovugólvið. Afrat hesum, so vóru eisini nakrir lágir, bøllutir ryggir í lendinum beint sunnan fyri Stovugólvið. Hesir hvurvu, tá grivið var út fyri ítróttarøkinum. Vit, smádreingirnir, høvdu fingið at vita, at hetta vóru sjórænaragravir, men tá grivið var, sást einki, sum kundi benda á, at hetta vóru gamlir gravstaðir.

Í fyrrnevnda greinastubba sigur Hans Petur eisini frá, at aftaná orrustuna millum norðan- og sunnanmenn komu teir, sum livdu eftir, ásamt um, at slíkt mátti ikki henda aftur. Til tess at vísa, at teir meintu tað, teir søgdu, høvdu teir ein kristiligan fund á sama staði, sum orrustan hevði verið. Teksturin til fundin var tikin úr Halgubók: ” Vit eru salt jarðarinnar……”. Av hesum skuldi tað hægsta av haganum har fáa navnið Høga Saltnes. Viðmerkjast skal, at Høga Saltnes er lítið kent sum staðarnavn millum fólk á Toftum. Her verður vanliga sagt Høganes, so uttan iva eru tað í mestan mun fólk aðrastaðni, sum hava nýtt staðarnavnið Høga Saltnes. Vit, sum búgva har á leið, siga, at vit búgva undir Høganesi ella bara undir Nesinum. Hans Petur nevnir eisini staðarnavnið Toftahálsur um hálsin sunnanvert Svangaskarð. Vit siga vanliga Lághálsur ella bara uppi á Hálsi, so hetta er ivaleyst eisini staðarnavn, sum hevur verið nýtt av avbygdafólki.

Fyri at koma aftur til søgnina um bardagan á Stovugólvinum, so er ilt at siga nakað avgjørt um hetta. Hevur hetta verið eitt stríð millum norðan – og sunnanmenn, so kann hetta hava samband við søgnina um bardagan í Mannafelsdali. Tá eru vit afturi u. ár 12 -1300, tá stríð og ósemja var um byggingina av dómkirkju í Kirkjubø undir Erlendi biskuppi. Tað kann hugsast, at hetta er sama søgnin, sum sostatt finst fleiri staðni í landinum. Er tað hinvegin talan um stríð við sjórænarar, so má tíðarfestingin helst flytast fram til 1600-talið. Sum nevnt áður, so er ilt at siga nakað við vissu um hesar sagnirnar. Hinvegin er tað stak áhugavert at finna fram søgurnar, sum liggja aftanfyri hesi ymisku staðarnøvnini.