Tíðindaskriv/Ráðið fyri ferðslutrygd
Vit eru eftir hondini rættiliga von við at hoyra boðskapin um ikki at blanda rús og ferðslu. Flestu okkara eru eisini samd um, at tað verður ikki sosialt góðtikið, at koyra rúsaður. Hóast tað meiri enn so kemur fyri, at politiið tekur onkran, sum koyrir við kenning.
Men vit eru ikki so von við at tosa um dagin eftir. Tá tú fert til bakaran at keypa morgunbreyð kl 8. Ella fer at koyra børnini til eitt ítróttartiltak í grannabygdini kl 10.
Hvussu nógv fór í veruleikanum niðurum kvøldið fyri? Hvussu nógvir tímar síðani tú drakk síðsta glasið? Hvussu troytt/ur ert tú?
Desember nærkast í hvørjum, og fyrstu jólaperurnar eru langt síðani hongdar upp. Tað merkir eisini jólaborðhald og tá eru tað mong, sum smakka sær á. Tí er sera hóskandi at minna á, at rúsur og ferðsla hoyra ikki saman.
Bestu ráðini eru, at tú letur bilin standa, um tú ætlar at smakka tær á. Og minst til eisini at ansa eftir dagin eftir. Tú eigur nevniliga at lata bilin standa longur enn tú kanska heldur.
Í samstarvi við Betri trygging og Trygd hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd framleitt eitt spildurnýtt átak, sum ger vart við júst hetta. Ansa eftir dagin eftir! Komandi tíðina verður átakið at síggja á sosialum miðlum, í sjónvarpi og biografi.
Nær er ráðiligt at koyra aftur?
Tað er ikki til at siga akkurát nær, tað er ráðiligt at koyra bil aftur, eftir at tú hevur drukkið. Tí tað er ymiskt, hvussu skjótt fólk brenna alkohol, og m.a. vekt og kyn spæla ein leiklut.
Ein vaksin maður, sum vigar 80kg, byrjar ikki at brenna alkohol fyrr enn uml. 45min eftir fyrsta glasið. Hareftir tekur tað uml. 75min at brenna hvørja alkoeind (ein alkoeind – “genstand” – samsvarar við ein pilsnara, ella eitt glas av víni).
Fór nógv niðurum kvøldið fyri – og ivast tú í hvussu nógv? Drakk tú til seint á nátt? So kanst tú møguliga ikki koyra, fyrr enn út á seinnapartin dagin eftir. Annars kann tað verða tú, sum koyrir rúskoyring!
Ansa eftir dagin eftir! Og lat bilin standa – longur enn tú heldur.
Átakið heldur fram hetta til nýggjárs og løgreglan ger rúskanningar, meðan átakið er.