Fíggjarmálaráðið
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag fingið handað heildarætlanina fyri vitlíki í Føroyum fyri árini 2027–2030. Ætlanin setur felags kós fyri, hvussu Føroyar við ábyrgd kunnu gagnnýta vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin.
Handanin fór fram á almennum tiltaki í Kongshøll í Havn, har Nicolai Mohr Balle, deildarstjóri í Talgildu Føroyum á Gjaldstovuni, handaði landsstýrismanninum heildarætlanina.
Á tiltakinum vóru eisini framløgur frá Martin Zachariasen, Iben Nyholm Debes, Hans Kára Vang, Anne Mette Greve Klemensen og Niels Winther, sum úr ymiskum sjónarhornum lýstu møguleikarnar og avbjóðingarnar við vitlíki í føroyska samfelagnum.
Heildarætlanin fevnir um 14 átøk, sum eru skipað í tríggjar súlur: fólkið, málið og búskapin, ið byggja á ein felags grundvøll. Visjónin er, at Føroyar skulu vera eitt undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd kann gagnnýta vitlíki.
Heildarætlanin er tøk á nýggju heimasíðuni vitliki.fo. Har ber eisini til at brúka vitlíki til at leita í tilfarinum frá arbeiðisbólkinum í heildarætlanini.