Fimleikafelagið Støkk fylti 60 ár mánadagin 23. november. Dagurin varð hátíðarhildin í Bylgjuni, har almenn móttøka var, og ein nýggj bók um søguna hjá felagnum varð løgd fram.
Ingolf S. Olsen, sum hevur skrivað bókina, og Helgi Jacobsen, sum hevur ritstjórnað hana, greiddu frá innihaldinum og bygnaðinum. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, las fororðið, sum hann sjálvur hevur skrivað. Støkkarar framførdu til nýggja Støkksangin, og gestirnir fingu eisini ein góðan bita.
Fimleikurin fekk eitt felag
Støkk varð stovnað 23. november í 1966 av Jóhonnu og Kaj Aage Troest og Svavu og Johan Kjeld. Kaj Aage og Johan vóru báðir úr Havn og vanir at íðka fimleik. Tá teir fluttu inn á Skálafjørðin sum nýgiftir og nýútbúnir lærarar, vildu teir halda fram við fimleikinum. Fimleikur hevði verið í økinum frammanundan, og við Støkk varð hann skipaður í eitt felag.
Millum navnauppskotini vóru Fimi og Glyvra fimleikafelag, men Kaj Aage og Johan valdu navnið Støkk. Johan teknaði eisini búmerkið, sum ímyndar ringarnar í amboðsfimleiki hjá monnum.
Støkk hevur verið virkið øll árini síðan stovnanina, og Jóhanna Troest hevur verið virkin í felagnum øll hesi 60 árini. Tá felagið byrjaði, skuldu børn vera fylt 10 ár fyri at íðka fimleik. Í dag kunnu tey yngstu íðka saman við foreldrunum, og frá fýra ára aldri kunnu tey íðka sjálv.
Nýggja bókin um Støkk er 350 síður og kostar 299 krónur. Hon fæst í Bókabúðini, Kiosk Vár, Rit & Rák og Gamla Bókahandli.
Myndir: Fimleikafelagið Støkk





























