Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2026 11:49

BÓKAFRAMLØGA – Bókin „hetjur“ eftir Maigun Solmunde

Ein lítið kendur partur av føroyskari krígssøgu kemur nú undan kavi.

Í nýggju søguligu bókini „hetjur“ verða dramatiskar og rørandi frásagnir um føroyingar, sum við dirvi, medmenniskjaligari ábyrgd og stórum persónligum váða hjálptu jødum og mótstøðufólkum undan nazistisku atsóknunum undir seinna heimsbardaga, lýstar.

Bókaframløgurnar verða:

  • Leygardagin 28. november kl. 15.00 – í Kaffihúsinum á Bryggjubakka í Havn, á aðru hædd.
  • Sunnudagin 29. november kl. 16.00 – í býráðshúsinum í Norðragøtu.

Á bókaframløgunum greiðir høvundurin frá fleiri ára granskingararbeiði og nøkrum av teimum merkisverdu mannalagnunum, sum bókin varpar ljós á.

Tiltøkini eru ókeypis

Spjaldur