Nótabáturin Katrin kom tíðliga seinnapartin í dag inn á Norðragøtu við umleið 30 tonsum av brislingi. Øll veiðan fekst í einum kasti á Gøtuvík.
Manningin á Katrin royndi eftir brislingi á Gøtuvík í dag. Eitt kast var nóg mikið til at fáa tey umleið 30 tonsini, sum báturin hevði við sær inn á Norðragøtu. Hesuferð var brislingurin nakað minni enn onkuntíð fyrr verður upplýst.
Katrin FD 771, er heimahoyrandi í Søldarfirði. Stálbáturin er bygdur í 2009, er 13,6 metrar langur og er í reiðarínum Sp/f Katrin. Báturin hevur í ár royndarloyvi eftir brislingi og fjarðasild.
Í november í fjør royndi Katrin eisini á Gøtuvík og landaði tá umleið 40 tons av brislingi í Norðragøtu. Tann veiðan fór til Tavuna í Leirvík, har brislingurin varð marineraður og koyrdur í tunnur.
Myndir: Eysturoyarportalurin

















Les eisini: Fullfermdur inn við brislingi (Myndir)