Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2026 12:13

Klæmint heldur fram í NSÍ

Mynd: NSÍ

NSÍ skrivar:

NSÍ kann við stórari gleði boða frá, at Klæmint Andrasson Olsen hevur longt sáttmálan við einum ári, soleiðis at hann eisini verður partur av hópinum hjá føroyameistarunum í 2027.

Við sínum 444 dystum og 269 málum í bestu mansdeildini hevur Klæmint longu skrivað seg inn í føroysku fótbóltssøguna. Men hóast glæsilig hagtøl hevur hann framvegis nógv at geva – bæði við sínum dygdum á vøllinum og ikki minst við sínum drúgvu royndum, sum yngru leikararnir í felagnum kunnu læra nógv av.

Klæmint hevur í mong ár verið sjálv ímyndin av NSÍ. Við sínum trúfesti, arbeiðssemi og kærleika til felagið hevur hann verið ein sannur leiðari og fyrimynd.

“Tað er við eyðmjúkleika og takksemi, at eg havi fingið í boðið, at forleingja sáttmálan við NSÍ. Eitt felag og ein felagskapur, sum hevur givið mær og mínari familju upplivingar í hópatali.

Júst farna kappingarár var ein varði fyri okkum øll, og eg vil vera við til at laða víðari.

Eg gleði meg til enn eitt kappingarár, tað 20. fyri NSÍ, fullbyrgur, og svangur eftir at gera mun og vinna meir.

Vónandi verða tit áskoðarar, saman við Guligans, líka drúgvir og trúgvir í komandi kappingarárinum. Tit geva okkum tað síðsta “skumpið”, sum skal til fyri at vinna”

Tað hevur tí stóran týdning fyri NSÍ, at ein leikari sum Klæmint tekur enn eitt tørn við felagnum.

Vit fegnast um, at Klæmint aftur í 2027 verður at síggja í eyðkendu gulu blusuni, og ynskja honum samstundis allar bestu eydnu í komandi kappingarári.