Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2026 12:08

Kristian Joensen heldur fram í NSÍ

Mynd: NSÍ

NSÍ skrivar;

Royndi málverjin Kristian Joensen hevur skrivað undir ein nýggjan 1 ára sáttmála við NSÍ, sum er galdandi fyri kappingarárið 2027.

NSÍ fegnast almikið um undirskriftina og um, at Kristian heldur fram í felagnum.

Tá ið NSÍ flutti niður í 1. deild, valdi Kristian at venda heim aftur til barndómsfelagið. Við sínum royndum, leiðaraevnum og stóra týdningi bæði á og uttanfyri vøllin var hann ein týðandi partur av liðnum, sum tryggjaði NSÍ uppflyting aftur í bestu deildina beinanvegin.

Kristian hevur verið ein klettur millum stengurnar og ein tryggur aftasti skansi hjá NSÍ, síðani hann kom aftur til felagið.

Kristian byrjaði kappingarárið í ár sum ein brandur, men tíanverri varð hann raktur av skaða tíðliga í kappingini, sum helt honum leingi uttanfyri vøllin.

Nú er royndi málverjin komin fyri seg aftur og er klárur at verja NSÍ málið enn einaferð.

“Eg eri sera fegin um at hava longt sáttmálan við NSÍ í eitt ár afturat. NSÍ hevur altíð havt ein serligan týdning fyri meg, og tað merkir nógv at sleppa at halda fram í gulu blusuni.

Eftir eina trupla tíð við skaða eri eg nú klárur og sera spentur upp á komandi kappingarár. Eg gleði meg at koma aftur á vøllin, stríðast fyri felagið og vera við til at byggja víðari á tað, sum liðið hevur rokkið.

Vit hava nógv at spæla fyri í 2027, og eg fari at gera mítt besta fyri NSÍ.

Eg vóni eisini, at Guliganz og øll hini rundan um NSÍ fara at vera líka røsk at stuðla okkum í 2027, sum tey vóru í ár. Stuðulin frá tykkum hevur verið heilt fantastiskur, bæði á heimavølli og útivølli. Uttan tykkum høvdu vit ongantíð vunnið FM í 2026. Tit hava ein ómetaliga stóran leiklut í hesum meistaraheitinum, og eg vóni, at vit saman kunnu skapa enn fleiri stórar løtur við Løkin.

Vit síggjast í 2027!

Í NSÍ eru vit sera fegin um, at Kristian aftur er klárur at taka dystin upp og vera ein týðandi partur av besta mansliðnum.