Søgur úr bókini “Rockall – søgan um Rokkin, hjá Niels Juel Arge
Fingu skipini ikki nógvan fisk við Rockall hetta árið, so fingu lesararnir av Dimmalætting tó eina spennandi søgu at lesa, sum borin var frá einum av teimum fiskimonnunum, sum hevði verið har suðuri. Dimmalætting skrivaði 9. august (1922):
Under fiskeriet ved Rockall for nogen tid siden blev der fra en færøsk kutter opdaget et slangelignende uhyre, der bevægede sig i overfladen med stor hurtighed. Det var naturligvis vanskeligt at bestemme uhyrets længde, men det kunde dog med bestemthed fastslås, at under 40 fod var det ikke. Der er som bekendt ofte før berettet om lignende uhyrer, men disse beretninger har ikke vundet tiltro. Nu udtaler imidlertid dr. Johs. Schmidt, som omtalt her i bladet, at det er meget sandsynligt, at der i de store dybder lever slige kæmpemæssige slangelignende skabninger, som kun yderst sjældent kommer op til overfladen.
Føroya Siglingarsøga sigur, at skipið var vestmannasluppin »Queen Victoria« og at skiparin, Dávur Petersen í Saltnesi, hevur greitt soleiðis frá:
Við Rockall sóu vit eitt undarligt djór, og hildu vit, at tað mátti vera ein sjóslanga, um hon er til í sjónum. Tað var ein dagin stutt eftir middag. Tann seinna vaktin skaffaði døgverða, meðan teir fyrru, sum høvdu skaffað, fóru upp at venda og hála av. Eingin var motorurin. Tá ið teir høvdu vent, og skipið hevði mist ferðina, sá tann maðurin, sum høgdi stopparataljublokkin úr stopparanum, hetta djórið koma upp ímóti eini keks, ið fleyt sum ein favn frá skipssíðuni. Hann hevði ikki tíð at hyggja eftir hesum tá, hann mátti skunda sær til taljuna yvir í hitt borðið, tí bummurin sló so mikið illa — tað var nógv rull í sjónum. Hann rópti fram móti lugarskappanum, og bað onkum koma upp at síggja hetta djórið, sum kom upp við borðinum. Eg sat aftast við borðið og skaffaði og leyp upp beinanvegin, og hinir, ið skaffaðu, eisini, men tá ið vit vóru uppkomnir, hevði djórið longu snarað høvdinum niðureftir, so vit fingu ikki at síggja høvdið, ið var sum ein metur undir vatnskorpuni. Vit hildu, at djórið var klænri enn stórmasturin, men væl tjykkri enn stórbummurin. Vit sóu einar fýra favnar av kroppinum, men ikki sjálvan afturpartin, tí hann vísti meira niðureftir, og sjógvurin var eisini nakað tjúkkur. Djóríð var brúnt á liti.
Sjóormur undir Íslandi
Tað er kanska at fara út um evnið, men hetta er ikki einasta ferðin føroyskir sjómenn hava sæð ein sjóorm. Sluppin »Only Sister« var í 1925 undir Íslandi. Skipari var Sámal Jákup við Gil í Norðragøtu.
Símun Petur Dalheim, Norðragøtu, var við og hann hevur greitt soleiðis frá:
Vit høvdu hetta várið roynt við Oyggjarnar og á Selvogsbankanum, men fiskiskapurin var sera lítil, og tá ið suðurlandstíðin var av, fóru vit upp í Faksabuktina, hagar vit komu 12. mei.
Veðrið var gott, men eingin fiskur. Slíkir dagar vórðu nýttir til at hampa um skipið m.a. varð formasturin skravað, so hon sá út sum nýggj. Eitt kvøldið fór hann at lota. Kós varð sett móti Reykjanesi og vit fóru heim.
Morgunin eftir lógu vit longu aftur í stilli. Tá ið tað var hálv áljóst, varð eg hivaður upp í mastrina at smyrja hana við lýsi. Eg hugdi henda morgunin út yvir havið at vita, hvat ið var at síggja. Um eg kundi raka við Oyggjarnar. Jú, tær komu akkurát uppundan. Eg helt so á at smyrja. So einaferð, tá ið tað lýsnaði nakað, sá eg eitt, tað sá út sum ein boya.
Eg smurdi og hugdi viðhvørt upp á hetta. Tað vísti seg at nærkast. So kom tað so mikið nær, at eg sá, at tað var eitt djór. Tað helt á við at svimja móti skipinum, men viðhvørt legði tað stilt. Tað tóktist sum tað mól kroppin uttan um høvdið, so at tað sá út sum eitt noða.
Tað lá soleiðis eina løtu. Ongantíð fór tað undir. Fór so aftur at svimja beint á skipið, og tað nærkaðist. Eg meti tað at hava verið til longdar sum skipið, einar 70 føtur. Høvdið var til støddar sum á einum kópi uppá 2/300 pund. Tað hevði eitt horn mitt upp úr rygginum, nakað sum grindafiskur. Onkur vildi vera við, at tað eisini hevði pinnar upp úr rygginum.
Djórið nærkaðist í hvørjum og tað kom so nær, at frívaktin varð útpurrað. Eg varð loraður niður úr mastrini og tveir mans fóru niðurundir eftir byrsu. Djórið svam framvegis beint á okkum. Tað steðgaði á viðhvørt og mól tá uttanum høvdið, halan uttast. Tað sá út sum ein slanga.
Menninir, sum høvdu byrsu, tordu ongantíð at skjóta. Eg veit ikki hví. Allir mans stóðu framman fyri mesanvantið. Tá ið tað var eitt byrsumál frá skipinum, vendi tað knappliga frá skipinum og fór at svimja inn ímóti Oyrarbakkabuktini. Tað var púra slætt og blankastilli, og vit sóu tað so langt sum eygað rakk. Tað fór ongantíð undir frá tí eg rakti við tað móti Oyggjunum til tað gekk undir ímóti Oyrarbakkabuktini.
Frásøgnin henda og tann frá »Queen Victoriu« minna nógv um tær, sum ganga um ormin í Lock Ness í Norðurskotlandi, men tað, sum brýtur frá, er í hesum seinna førinum at ein heil skipsmanning stóð og hugdi at tí. Teirra millum, sum enn eru á lívi umframt Símun Petur, eru bygdarmenn hansara Johannes í Frammistovu og Reinold við Gil.

Kelda:
Rockall – søgan um Rokkin, Niels Juel Arge.