Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Kreativt og spennandi starv í køksdeildini í Borg Tórshavn

Vit hava úr at gera í Borg Tórshavn, og vit mangla teg!

Tú hevur gott hugflog og dámar væl at ráðgeva og vegleiða kundum. Tú hevur gott eyga fyri tørvinum hjá kundunum og dámar væl at finna loysnir, sum hóska til teirra ynski og tørv.

Tú trívist við avbjóðingum og sært teg sum part av einum toymi, ið arbeiðir saman.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR

Tú fært samband við nógvar ymiskar kundar, sum hava tørv á nýggjum loysnum til køk, baðirúm og klædnaskáp.

Grundleggjandi verða uppgávurnar hjá tær at:

  • Ráðgeva og veita íblástur til kundar í sambandi við at finna røttu innrættingarloysnirnar
  • Tryggja kundunum eina smidliga tilgongd og eina góða uppliving
  • Taka tær av allari tilgongdini – frá fyrstu vitjanini hjá kundanum, til vøran er endaliga handað

HVØR ERT TÚ?

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri sølu og skilur týdningin av nøgdum kundum
  • Hevur góðan KT-førleika (tú fært upplæring í okkara skipanum)
  • Ert opin og dámar væl at arbeiða við menniskjum
  • Ert framsøkin og hevur hug at mennast bæði fakliga og persónliga
  • Arbeiðir skipað og hevur gott hugflog

HVAT KUNNU VIT BJÓÐA TÆR?

Vit bjóða tær eitt spennandi starv í eini fjølbroyttari fyritøku við góðum starvsfelagum og góðum samanhaldi.

Starvstaðurin er í Borg Tórshavn, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Danny á tlf. 237240.

UMSÓKN

Send okkum tína umsókn, lívsrensl og møgulig prógv og ummæli umvegis hr@borg.fo. Viðmerk „Køksdeildin Borg Tórshavn“.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!